Gamla bygdagøtan millum Gøtu og Leirvík

Í summar hava menn arbeitt við at umvæla gomlu bygdagøtuna millum Leirvík og Gøtu, so hon aftur bleiv trygd og góð at ganga hjá teimum flestu. Hon var illa farin av tíðarinnar tonn. Fyri nørkum árum síðani tóku leirvíkingar stig til at umvæla gøtuna Leirvíksmegin, og í ár hava gøtumenn so umvælt hana Gøtumegin. Væl er komið burturúr og sunnudagin var eitt fylgi og skoðaði og royndi verkið. Túrurin er avgjørt verdur at fara. Hann er rímuliga lættur og tekur umleið ein tíma. Á vegum eru sera vakurt útsýni í allar ættir.

Search by