Genturnar vunnu silvur

Týskvøldið leiktu gentur 14-17 ár tann síðsta dystin í hesum kappingarárinum.

Dysturin var leiktur í Gundadali ímóti B36.

Áðrenn dystin lógu okkara gentur á 3. plássinum, og við einum sigri kundu tær fáa 2. plássið,

men um tær taptu blivu tær nummar 4. So spenningurin var stórur áðrenn dystin, og tað sást eisini á áskoðarafjøldini, sum var møtt upp at stuðla okkara gentum.

Hetta var ein sera spennandi dystur. B36 legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men okkara gentur stríddust allatíðina, og tað gav eisini úrslit, tí beint áðrenn hálvleik kláraðu tær at javna, og tíðliga í seinna hálvleiki fingu tær 2 mál. Beint áðrenn dystarenda fekk B36 eitt mál afturat, so tann endaliga støðan gjørdist 3-2 til Víking.

Hjartaliga til lukku við silvurinum.

Search by