Góð uppmøting til borgarafund í Leirvík

Týskvøldið 19. mars, varð borgarafundur hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Uppmøtingin var góð, væl yvir 200 fólk vóru møtt upp. Arbeiðsbólkurin legði fram frágreiðing um kanningararbeiðið og niðurstøðuna hjá bólkinum.

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at greina skipan av egnari framhaldsdeild í Eysturkommunu, metir einki tekniskt at vera til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild. Eysturkommuna hevur góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild, og eingin grundgeving er funnin fyri, at tað ikki ber til.

Eftir framløguna var orðaskifti millum áhoyrararnar, har teir fingu møguleika at koma við viðmerkingum og spurningum til arbeiðsbólkin og býráðið.  

Eysturkommuna takkar fyri góða uppmøting og fyri ein góðan borgarafund.

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum kann takast niður sum PDF her.

Search by