Mikudagin 13. februar varð síðsta umfarið í liðkappingini hjá unglingum telvað í hølunum hjá Gøtu Talvfelag við Gøtugjógv.
Stórur spenningur var, tí kappingin hevur verið sera jøvn alt árið. Undan dystinum lógu Gøtu Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag stavn um stavn við ávikavist 19, 18 og 17 stigum.
Gøtu Talvfelag vann sannførandi 3-1 á Havnar Telvingarfelag og fóru teir sostatt avstað við FM heitinum.
Endaliga støðan gjørdist:
GT1 22 stig
ST 20 stig
KTF 19,5
HT2 19
HT1 18
Rókur 13
Strendur 13
TT 10,5
GT2 9
Eysturkommuna ynskir felagnum og liðnum hjartaliga til lukku.