Gransking við Bønhústoftina í Leirvík

Í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøk fyri bøk, við Bønhústoftina í Leirvík. Tey hava gjørt kanningar við GPR-tóli (Ground Penetrating Radar), ið kann visa á, hvat finst undir moldini.

Hetta arbeiðið er vorðið raðfest í samband við, at gøta skal gerast runt um toftina soleiðis, at tað verður bæði høgligari og hugnaligari hjá alminninginum at spáka sær ein túr.

Spennandi verður at síggja, hvørji úrslit serfrøðingarnir koma fram til.  

Search by