Eysturkommuna hevur á fundi mikudagin 26. juni samtykt at seta Honnu E. Olsen úr Syðrugøtu í starv sum leiðara á samanlagda Frítíðarheiminum í Eysturkommunu.
Hanna er 41 ára gomul og er útbúgvin námsfrøðingur. Hanna hevur verið leiðari í Frítíðarheiminum síðan 2006. Fyrst í Gøtu kommunu og síðan Eysturkommunu.
Frítíðarheimið í Eysturkommunu hevur fram til dagin í dag ikki búleikast undir einari lon, men nú avgjørt er, at Frítíðarheimið í Eysturkommunu kemur at virka sum ein samlaður stovnur á Gásamýri í Leirvík frá 01. august 2013 at rokna, varð starvið lýst leyst av nýggjum.
Eysturkommuna ynskir Honnu góða eydnu í starvinum og teimum avbjóðingunum, sum liggja fyri framman .
Hanna byrjar í starvinum 01. juli 2013.