Hanus G Johansen:
Á fyrsta sinni, kemur livandi legendan Hanus G.Johansen, at spæla konsert í Töting. Fyri mongum árum síðan, táTónleikasamtakið Grót enn var ungt, spældi Hanus eina minniliga konsert íLosjuni í Götugjógv.
Hanus hevur nýligaútgivið “Á fold eru túsund gudar”, ið eru yrkingar eftir Poul F., sumHanus dugir so ómetaliga væl at tulka og seta løg til. Fløgan hevur fingiðframúr góð ummæli.
Á konsertini leygarkvöldið í Töting, kann ein væntaat hoyra bæði nýggj og eldri løg hjá Hanusi.
Sirenerne (DK):
Klassiska danska trio´in Sirenene, er á einiserligari konsertferð í útnorði, sum tey kallað “Nordisk Musik tilUdkants-Norden”.
Tónleikaverkini, ið Sirenene framföra, eru skrivaðií tíðini, um tíðina, -sum bróta ímyndina av og mörkini fyri, hvat klassiskurtónleikur kann vera og rúma.
Ung sum gomul, líkamikið fortíð og røtur, verðadrigin við á eina tónleikaferð, har sterkar kenslur, náttúra, norðurlendskarrøtur og havið eru evnið.
Tónleikaverkini, ið Sirenene framföra, erukomponerað av unga komponistinum Tine Surel úr Vesterålen í Noregi.
Ljóðførðini, violin og cello, ið viðursløntiklassiski tónleikabólkurin nýtir, eru meistraði av trimun ungum kvinnum.
Konsertin byrjar leygarkvøldið 16. februar kl. 21.00. Atgongumerki á 100 kr.,fáast við dyrnar frá kl. 20.30.