Fundur fyri 50 ár og uppeftir í Víkingahúsinum í Norðragøtu mikudagin 13. sept. 2023 kl. 19.
Vit føroyingar liva í heimsins besta landi, har tryggleiki og lívsgóðska er meira sjálvsøgd enn nakra aðrastaðni. Tey flestu eiga ein bústað, men fá gera sær hugsanir um, hvat kann henda, tá ið førleikin fer, og tað verða onnur, ið taka avgerðir fyri ein, sum í ringasta føri kann elva til at tryggleikin hvørvur, og nøkur kunna tá koma so illa fyri, at tey, eftir eitt langt lív, ikki eiga tak yvir høvdið.
Men tað ber væl til at tryggja sær rættin til sín egna bústað.
Fyri at greina hesi viðurskifti, sum eru til fyri at stuðla og hjálpa familjuni, skipar Eldraráðið í Nánd fyri áhugaverdum fundi fyri 50+ borgarum í Fuglafjarðar- og Eysturkommunu. Tað verða Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, og Súsanna Nordendal, fulltrúi, frá Familjufyrisitingini, sum koma at greiða frá.
Umframt kemur Jógvan D. Hansen, heimspekingur, at hugleiða út frá Kirkegaard, um at eldast. Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur, hevur eisini okkurt at siga okkum.
Fundurin verður í Víkingahúsinum í Norðragøtu mikukvøldið 13. sept. kl. 19.00 til kl. 21.00 við hesi skrá:
Øll 50 ár og uppeftir eru hjartaliga vælkomin
Eldraráðið í Nánd