Valfepur herjar kring landið og eisini í Eysturkommunu fara borgarar á kommunuval. Valstøðini eru opin frá kl. 10.00-20.00 í dag, og tey eru í fimleikarhøllini í Leirvík og í Víkingahúsinum (ovara hædd) í Norðragøtu.
Mint verður á borgarar um at hava valkortið við, tá farið verður at velja.
Samlaða úrslitið verður kunngjørt á kommunuskrivstovuni so skjótt, sum alt er talt upp í kvøld. Hetta verður væntandi millum kl. 20:30 og 21:00.