Jóannes Joensen gjørdist vinnari við sanginum “Tú skalt syngja tær ein sang”, tá ársins útvarpshitt varð avdúkað í morgun.
Jóannes vann við 2.864 atkvøðum
Jóannes var bæði fegin og eyðmjúkur um heiðurin. Hann nýtti høvið til at takka teimum, sum høvdu atkvøtt fyri honum, og teimum, sum hava stuðla honum í tilgongdini. Í alt komu 10.420 atkvøður inn, sum svarar til at Jóannes átti heili 27% av innkomnu atkvøðunum. Sambært samrøðuni í Góðan morgun Føroyar fortaldi Jákup Dahl, at Jóannes ikki bert hevur vunnið ógvuliga greitt, men hevur megnað at fingið met við 2.864 atkvøðum.
Bass Elvis á G! 2025
Jóannes hevur ígjøgnum nógv ár verið ein virkin tónleikari og undirhaldari, og vit eysturbúgvar, kenna hann sum ein fittan og smílandi mann, ið altíð er til reiðar at taka eitt prát, tá ið tú møtir honum.
Vit í Eysturkommunu gleða okkum stórliga til at uppliva fólkakæra og festliga Bass Elvis til mong framtíðar tiltøk, millum annað í Leirvíkar skúla í komandi viku, og ikki minst á G! 2025.