Jólafjós á gamla Leirvíksvegnum

Aftur í á verður jólafjós í seyðahúsinum hjá Báru og Janusi Joensen, Innan fyri Eið (á gamla Leirvíksvegnum). Jólafjósið er opið leygardagin 30. nov. og sunnudagin 1. dec. frá kl. 15-20.

Høvið verður at síggja neyt, seyð og shetlandpony. Eisini verður møguleiki at keypa okkurt heimagjørt jólaprýði og ein heitan munn við onkrum leskiligum afturvið.

Heitt verður á fólk at taka myndatólið við, um tey ynskja at taka eina jólamynd í jólaligum umhvørvi.

Fyrireikararnir leggja afturat, at møguliga fáa vit vitjan av jólamanninum aftur í ár.

Kostnaður er 5 kr. fyri hvønn.

Search by