Aftur í ár fer Bátasavnið í Leirvík at vera karmur um eina jólakonsert við fjólspælarnum Moniku Stauss Joensen (á violin) og Birgitte Schnakenburg á flygul. Tónleikaløtan verður sunnudagin 15. december kl. 16.
Monika og Birgitte fara hesuferð at spæla løg eftir m.a. Corelli, Frank og Rieding. Við á konsertini er Lív Hansen, ein sera dugnaligur næmingur úr Fuglafirði hjá Moniku, og spæla tær báðar violinduettina nr. 12 eftir Mazas. Endað verður við nøkrum kendum føroyskum jólasálmum, sum øll eru vælkomin at syngja við.
Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgunar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” út. Útgávukonsertirnar vóru báðar á Leirvíkar Bátasavni.
Í januar 2013 vóru Monika og Birgitte á konsertferð í Tucson í Arizona og luttóku tær á árliga summartónum sum er hildið kring Føroya land.
Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið í savninum. Atgongamerki á 100 kr. fáast við dyrnar. Børn og næmingar hava ókeypis atgongd.
Høvið verður eisini at ogna sær fløgurnar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” fyri serprís. Somuleiðis er møguleiki at ogna sær bókina “Edelweiss og sólarkaffi”.
Øll eru hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan tónleikartíma á Bátasavninum við einum kaffimunni aftaná.