Jólaskipið kemur til Leirvíkar

Aftur í ár hava jólamennirnir boðað frá, at teir koma til Leirvíkar við jólaskipinum.

Teir boða frá, at teir verða í Leirvík í dag, fríggjadagin 21. desember klokkan uml. 16.30, á veg til Klaksvíkar. 
Tá ið jólamennirnir eru komnir í land, er møguleiki hjá børnum og vaksnum at heilsa uppá teir og børnini fáa sjálvandi eisini ein pakka. 

Vit gleða okkum til at heilsa uppá jólaskipið og jólamennirnar. 

Search by