Jubilæums konsert hjá Eystanljóð

Kórið Eystanljóð hevur rundað tey 25 árini, og í hesum sambandi bjóðar kórið øllum, sum eru, ella hava verið í kórinum til ein sangdag í Gøtu Kirkju leygardagin tann 28. Apríl.

Kórið hevur øll árini verið sera virkið og hevur  sungið undir leiðslu av tilsams 9 kórleiðarum. 3 kórleiðarar  hava myndað kórið í serliga stóran mun. Teir eru Bjarni Restorff, Heðin Kambsdal og Petur Martin Johannesen.

Jubilæumið verður hildið saman við núverandi kórleiðara, Leif Hansen og tveimum fyrrverandi kórleiðarum Bjarna Restorff og Petur Martin Johannesen.

Dagurin byrjar við morgunmatið kl. 9.30. Síðan verður vant allan dagin.  Konsert verður kl. 17.00 í Gøtu kirkju.  

Á konsertini fer kórið, sum tað er samansett í dag, at syngja nakrar sangir undir leiðslu av Leif Hansen, og síðani fera stóra kórið at syngja sangirnar, sum vit venja sangdagin.

Eftir konsertina verður veitsla. Kostnaður fyri veitsluna er kr. 150,00.

Vit gleða okkum at síggja nógv kend og sangglað andlit.

Tilmelding til tiltakið fer fram við at ringja ella sms´a  á kórtelefonina nummar: 594787, ella við at senda ein mail til: eystanljod@gmail.comTað ber eisini til at siga frá umvegis facebook. Seinasta freist at melda til er 25.04.2012.

Search by