Er tú maður ella kvinna og dámar at gera døgurða, so hava vit tørv á tær
Í juli og august til at gera døgurða til okkara búfólk og heimabúgvandi borgarar
Á Giljagarði búgva 10 búfólk, umframt at døgurði eisini verður gjørdur til umleið 10 heimabúgvandi borgarar.
Arbeiðið fevnir um at gera døgurða til búfólkini og til heimabúgvandi borgarar, umframt at halda køkin.
Arbeitt verður 32 tímar um vikuna ávikavist kl. 8-14 og 8-15 gerðandisdagar. Møguleiki er fyri lægri arbeiðsbrøki.
Førleikakrøv
Áhuga og hegni at gera heilsugóðan kost.
Vit ynskja, at tú
Setan og løn
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at seta sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Hevur tú útbúgving sum føðsluatsøðingur ella føðsluhjálpari verður starvi sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara á tlf. 730282.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30/5-23. kl.14
Umsóknin skal sendast við telduposti til asaa@eystur.fo