Køksstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Nánd lýsir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á Gøtubrá. Talan er um eitt starv á setanarbrøki 20 t/viku, har arbeitt verður annað hvørt vikuskifti, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til húsfólkini, umframt at halda køkin.  Á Gøtubrá eru 18 bú- og umlættingarpláss.  

Vit vænta, at tú

  • sært týdningin av at gera føðslugóðan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk 
  • hevur hegni til at kveikja undir hugnaliga samveru og sært týdningin av hesum 
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur 
  • hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum

Umsøkjari við køksfakligari útbúgving og/ella royndum kann hava fyrimun. 

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Tolir broytingar og til tíðir stórt arbeiðstrýst

Vit kunnu bjóða 

  • Eitt sjálvstøðugt starv
  • Møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Starvssetan og løn

Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Edit Andreasen, deildarleiðara, á tlf. 730252.

Umsókn
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  11. januar 2024.  Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta, ella á teldupost: edit@eystur.fo

Um Nánd

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær. 

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd

Search by