Sunnudagin 19. januar kl. 16:00 hava Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg, flygul, konsert á Báta- og listasavninum.
Monika og Birgitte fara at spæla løg eftir m.a. Corelli, Frank og Rieding, Sarasate og Lehar. Við á konsertini er Lív Hansen, sum er næmingur hjá Moniku og spæla tær báðar violinduettina nr. 12 eftir Mazas. Endað verður við nøkrum kendum føroyskum sálmum, har øll eru vælkomin at syngja við.
Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og eitt prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið í savninum. Tá er eisini høvi at síggja áhugaverdu listaframsýningina “Tey eru rýmd”, hjá Thomas Jákup Thomsen.
Atgongamerki á 30 kr. fáast við dyrnar. Børn og næmingar hava ókeypis atgongd.