Konsert í Tøting leygarkvøldið

Komandi leygarkvøld 25. januar kl. 20.30 skipar Tónleikasamtakið Grót fyri forvitnisligari konsert í Tøting í Syðrugøtu, ið nemur við fleiri ymsar tónleika-sjangrur. Á pallinum verða Marius Ziska, Elinborg Pálsdóttir og ein donsk jazz-trio at síggja og hoyra.

Hálvi føroyingurin Torleik Mortensen, sum hevur búð í Danmark meginpartin av lívi sínum, er nýliga fluttur til Føroya. Hann er lærari á Føroya Muskiskúla og spælur eisini við Føroya Symfoniorkestri. Í samband við tiltakið Vetrarjazz, sum fer av bakkastokki komandi viku, hava Torleik og tveir vinir hansara úr DK manna eina jazz trio, ið skal luttaka á Vetrarjazzi. Og nú verður hon eisini at hoyra í Tøting. Manningin í bólkinum er Martin Seier (klaver), Torleik Mortensen (kontrabass) og Bjørn Heebøl (trummur).

Ímeðan danska jazz-trioin sjálvandi spælir jazz, spælir Elinborg Pálsdóttir sær meira við popp-country, meðan Marius Ziska er meira yvuri í folk-rokk-sjangruni, hóast summi minnast hann sum ein garvaðan rokkara úr Søldarfirði, sigur Tónleikasamtakið Grót í tíðindaskrivi.

Kostnaður er 100 kr. fyri limir, og 150 kr. fyri tey, ið ikki eru limir í Tónleikasamtakinum Grót.


Mynd: Momo (momo@nord.fo)
Search by