Konsert við Trio DaNoIs og Eystanljóð

Konsert verður í Gøtu kirkju við norðurlendska bólkinum Trio DaNoIs, og kórinum Eystanljóð týskvøldið 25. mars kl. 19. Norðurlendski bólkurin hevur verið á konsertferð í Danmark og hevur eisini hesa einu konsertina í Føroyum, ið er tann seinasta á teirra konsertferð.

Danski hornspælarin Pernille Kaarslev, sum býr í Bergen, íslendski pianisturin Jónina Erna Arnardóttir og norski pianisturin Morten Fagerli – Trio DaNoIs – framføra tónleik úr Danmark, Norra og Íslandi. Íslendski tónasmiðurin Tryggvi M. Baldvinsson hevur skrivað lagið ‘Icebreaker’ serliga til hesar konsertirnar.

Øll trý hava lisið og lært saman í Bergen í Norra. Pernille Kaarslev og Morten Fagerli byrjaðu at spæla saman í bólkinum Duo Nordia í 1997, og hava spælt fleiri enn 100 konsertir saman í Danmark, Norra, Týsklandi og Sveits. Tá Jónina Erna Arnardóttir seinni kom uppí bólkin broyttist navnið til Trio DaNoIs, ið nú umboðar trý norðurlendsk lond.

Jónina Erna Arnardóttir er býráðslimur í vinarbýnum hjá Eysturkommunu, Borgarnes, har hon eisini undirvísir dagliga í tónlistaskúlanum.

Search by