Koyriloyvi á G!

Koyriloyvi til bilar, skrásettir í Syðrugøtu, kunnu heintast í ovaru hædd í Valhøll týsdagin 16. juli millum kl. 16:00 og 19:00.

Koyriloyvi til tykkara vitjandi

Fyri at lætta um bíðitíðina, eru tygum vælkomin at senda teldupost til lennyjacobsen@gmail.com, við upplýsing um nummarplátu og á hvørjari adressu viðkomandi bilar skulu hava pláss.

Av trygdarávum er tað ein treyt, eins og undanfarin ár, at bilar hjá vitjandi skulu standa inni á matriklinum hjá tí, sum vitjað verður.

Gestaloyvini verða útflýggjað saman við tykkara egna koyriloyvi.

Search by