Krokkvøllurin niðri við strondina í Leirvík, ið var tikin í brúk fyrr í summar, hevur verið væl vitjaður og væl dámdur av fólki í bygdini, men nú verður útgerðin rudda vekk fyri veturin. Tað er Jógvan Elias Joensen, ið tók stig til at seta vøllin upp til bygdarfólki at nýta fyri einki.
Ígjøgnum summarið hevur mestsum hvønn dag onkur verið og spælt, og fólk í bygdini hava latið væl at vøllinum, sigur Jógvan Elias.
Sí myndir frá tá krokkvøllurin varð tikin í nýtslu her.
Tíverri fara ikki øll líka væl við tí, ið teimum stendur frítt at brúka. Nú tá vøllurin er avmonteraður og útgerðin er rudda vekk fyri veturin, er bara ein kúla eftir av fýra, eitt kølluskaft brotið, og hini kølluhøvdini illa løsta. Harumframt eru fleiri bogar boygdir, og er hetta sera harmiligt.
Hóast hetta verður byrjað aftur til várs við nýggjari útgerð, sigur Jógvan Elias. Men um hon ikki verður viðfarin betri, vera tey, sum ætla sær at spæla krokk noydd til at koma við egnari útgerð.