Eysturkommunu býráð hevur einmælt samtykt at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman í ein skúla.
Eysturkommuna hevur í rúma tíð arbeitt við at tillaga skúlaskapin í kommununi til eina nýggja tíð. Nú er komið so væl áleiðis, at næsta náttúrliga stig er at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman í ein nýggjan skúla.
Eftir tilmæli frá skúlaleiðarunum báðum og skúlastýrinum í Gøtu samtykti Eysturkommunu býráð einmælt á býráðsfundi mánakvøldið 27. juni 2011, at skúlarnir í kommununi verða lagdir saman frá skúlaárinum 2012/13 ella so skjótt tilber.