Leivdir frá fletting

Vil, vembur, kleyvar og aðrar leivdir frá fletting, sum ikki verða gagnnýtt, skulu burturbeinast á skynsaman hátt.

Leivdir frá fletting skulu ikki at verða beindar í á, fjøru ella haga. Henda dálking av umhvørvinum kann ofta síggja ótespilig út, geva ringan lukt og verða atvold til smittu. Heitt verður á fólk um at beina tær leivdir frá fletting, ið ikki verða gagnnýttar, í bingjur, sum kommunan hevur standandi til hetta endamálið.

Sí nær bingjuplássið er opið.

Search by