Í gjár, týsdagin 12. apríl 2011, var lisitatión hildin upp á nýggja bátahylin í Leirvík, sum skal liggja á Toftanesi.
Nú landsvegurin ígjøgnum Leirvík er í gerð og kemur at ganga ígjøgnum verandi bátahyl, skal nýggjur báthylur gerast, norðanfyri verandi havn, har sum ferjulegan var fyrr.
Hesi tilboð komu inn:
Navn A B
1. P/F Articon 8.748.644,- 9.736.782,-
2. P/F J&K Petersen 8.248.871,- 7.959.835,-
3. Sp/f Kanjon 7.491.113,- 8.258.701,-
4. Samtakið RTS & JHR 10.329.285,- 10.764.289,-
Munurin á tilboði A og B, er tilfarið, sum gongubrúgvarnar á landið (promenaduni), skulu gerðast úr.
Flótibrúgvar til bátahylin, eru ikki partur av innkomnu tilboðum.
Á komandi býráðsfundi verður støða tikin til tilboðini.