Lydia Hansen vunnið altjóða myndakapping

Unga 19 ára gøtudaman hevur verið við í eini kapping ið  kallast Fault Awards 2010

Hetta er ein kapping, har ein kann luttaka við filmsbrotum,myndlist og myndum

Tey ið skipa fyri hesi kapping eru heimasíðan myspace.com og blaðið Fault Magazine.

Vinnarin fær sína mynd á tí fronsku og amerikonsku Myspace heimasíðuna og eisini í eina bók ið Fault Magazine gevur út. Eisini verða myndirnar at síggja á tí amerikonsku, fronsku og á tí bretsku Myspace heimasíðuni.

Vinnandi myndin er ein svørt/hvít portrett mynd. Hetta er ein av fyrstu myndunum ið Lydia hevur tikið í samarbeiði við make up og hair stylisti. Myndin er tikin tíðliga í 2010

Vit ynskja Lydiu hjartaliga til lukku við sigrinum

Search by