Vinnarin av singer/songwriter kappingini í 2010 gjørdist Lyon Hansen við Gøtugjógv
Finalan var á Kafe Kasper í gjárkvøldið.
Lyon hevur í fleiri ár spælt gittara og klaver, og tvey tey seinastu árini hevur hann eisini skrivað løg og sungið.
Portalurin sigur soleiðis um tað vinnandi framførsluna. ”Hon var krútsterk, semjuleys og ómøgulig at koma uttan um. Hon fór djúpt niður í tónleikarøturnar, og á ein einfaldan og sannførandi hátt førdi hon tað, vit kenna sum singer/songwriter greinina, inn á nýggjar leiðir, og breyt sló inn í framtíðina.
Vinnarin verður á SPOT festivalinum í Århus komandi ár, og fer hann eisini ein túr í Studio Bloch at verða við til bæði at ljóðblanda og taka upp eitt lag saman við serkønum fólki.
Lyon er, sum fleiri onnur, arbeiðsleysur í løtuni. Hann var eitt stutt skifti á tónleikaskúla í Danmark. Síðani var hann á Hørsholm Testcenter, har hansara arbeiðsuppgáva sum navnið sigur at ”testa” útgerðina í allar mátar.
Eisini hevur hann verið í Barcelona til eina upptøkuroynd sum sangari. Hann stóð seg væl har, men kom tíverri ikki allan vegin.
Til stuttleika kann nevnast, at Lyon eisini eitt summar hevur roynt seg sum rutsjebana ansari.
Vit ynska Lyoni hjartaliga tillukku við sigrinum, við ynskjum um alt tað besta framyvir.