Marta Thomsen leiðari á Gjáa

Eysturkommuna hevur á fundi týsdagin 13, juli samtykt at seta Martu Thomsen úr Norðragøtu í starv sum leiðara á Dagstovninum Gjáa.

Marta er 32 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur. Marta  hevur starvast sum námsfrøðingur, varaleiðari og seinasta árið sum fyribils leiðari á Gjáa, fyri Torgerð Hansen sum var í farloyvi, og sum ikki ynskti at koma aftur í starvið.

Eysturkommuna ynskir Martu góða eydnu í starvinum og teimum avbjóðingunum, sum liggja fyri framman á ansingarøkinum í Eysturkommunu.

Marta byrjar í starvinum 01. august 2010.

Search by