Badmintonleikarar úr Eysturkommunu kláraðu seg sera væl í stóru kappingini “Danish Junior Open 2013”. Bárður á Reynatrøðvann heili tvey gull heiðursmerkir og Mona Rasmussdóttir vann eitt silvurheiðursmerki. Eisini luttók Jensa Tórolvsdóttir og kláraði hon seg eisini væl, sjálvt um tað ikki eydnaðist henni at vinna nakað heiðursmerki.
Á samkomu í Bovling, vóru nógv fólk komin sama at taka ímóti og heiðra leikarunum. Kommunan bjóðaði kaffi, sodavatn o.a. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen helt røðu, og rósti hann leikarunum fyri teirra úrslit og vísti hann á, hvønn týdningin ítrótturin hevur á okkara gerandisdag. Jóhan vísti eisini á, at kommunan og fólkið í henni býr, ikki einans eru glað, men so sanniliga eisini stolt av hesum ungu badmintonleikarum og teirra avriki.
Frá Eysturkommunu fingu leikarnir handað eitt gávukort á kr. 500,00 hvør.
Eysturkommuna ynskir teimum hjartaliga til lukku við úrslitunum.
Myndir frá løtuni trýst HER