MYNDIR: Býráðsfundur hjá nývalda býráðnum

Nývalda býráðið skipaði seg á býráðsfundi í kvøld, 19. november 2024.

Nývaldu býráðslimirnir eru hesir:

  • Per Martin Gregersen
  • Unn Jarnskor Ellingsgaard
  • Heri Mikálsson
  • Hanna Jensen
  • Pól í Skorini
  • Rebekka Jensen
  • Uni Rasmussen
  • Magnus Skoralíð
  • Ann Fuglø

Á skránni var val av borgarstjóra, varaborgarstjóra, umframt val av nevdarlimum til føstu nevndirnar og aðrar nevndir. Tað var einmælt samtykt at velja Per Martin Gregersen til borgarstjóra. Eisini var einmælt samtykt at velja Una Rasmussen til varaborgarstjóra. 

Eisini vóru føstu nevndirnar mannaðar, og var hetta somuleiðis einmælt samtykt.

Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd

  • Per Martin Gregersen – Formaður
  • Magnus Skoralíð
  • Unn J. Ellingsgaard

Byggi & býarskipanarnevnd

  • Heri Mikálsson – Formaður
  • Uni Rasmussen
  • Ann Fuglø

Mentanarnevnd

  • Hanna Jensen – Forkvinna
  • Pól í Skorini
  • Rebekka Jensen

Trivnaðarnevnd

  • Unn J. Ellingsgaard – Forkvinna
  • Rebekka Jensen
  • Magnus Skoralíð

Vinnunevnd

  • Pól í Skorini – Formaður
  • Ann Fuglø
  • Uni Rasmussen

Nývalda býráðið tekur við á nýggjárinum.

Sí myndir frá býráðsfundinum niðanfyri.

Search by