Sunnudagin 7. apríl bjóðaði kvøldskúlin í Eysturkommunu til framsýning í Gøtu skúla. í vetur hava verið 22 skeið og 253 bíleggingar til kvøldskúlan. Kvøldskúlanæmingar framførdu við gittara og klaveri, og síðani framførdi barnadansurin. Eftir hetta, varð nakað av handaliga avrikinum hjá luttakarunum víst fram.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá framsýningini.