Hesa vikuna hevur myndlistavika verið á dagstovninum Brúsa í Leirvík, og í hesum sambandi verður skipað fyri framsýning seinnapart fríggjadagin 11. okt. í Miðstovuni.
Stovurnar á Brúsa hava arbeitt við ymsum evnum so sum havið, luftin, náttúran og litspæl. Arbeitt hevur verið í 3 dagar í smærri og størri bólkum.
Til framsýningina fríggjadagin verður eisini bjóðað til kaffimunn og kaku. Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja.