Næmingar í Eysturkommunu samlað 25.000 kr til Ukraina

Fríggjadagin 11. mars skipaðu 3. flokkarnir í skúlanum í Eysturkommunu fyri sølu av pitsasniglum og pylsubreyðum. Fólk vóru røsk at stuðla, so sølan gekk avbera væl. Tiltakið gav góðar 16.000 kr., sum skuldu latast Reyða Krossi og teirra neyðhjálpararbeiði í Ukraina.

Eisini høvdu nakrir næmingar í 1. og 2. flokki saman við foreldrunum skipað fyri fløskuinnsavnan í Leirvik til sama endamál. Hetta gav knappar 9.000 kr.

Í gjár, 18. mars, var Per Jacobsen frá Reyða Kross í skúlanum í Leirvík fyri at taka ímóti pengunum. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Reyða Krossi og takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum næmingarnir høvdu latið.

Næmingar úr 1. og 2. flokki samlaðu saman við foreldrum fløskur inn fyri hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Ukraina.

Myndir frá søludegnum í Leirvíkar Skúla

Search by