Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at byrja 05. august 2024.
Talan er um starv á 30 tímar um vikuna.
Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í forskúla. 1. flokki og 2. flokki.
Okkara arbeiðið er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn, aftaná loknan skúladag.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Frítíðarheiminum Gásamýri, verður settur í starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Umsóknarfreistin er mánadagin 03. juni 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, Hanna E. Olsen, tlf. 730053
Galdandi fyri øll størvini er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin