Nánd fegnast um læringina

Í august 2024 hevði Giljagarður landslæknaeftirlit, har tey vístu á viðurskifti, sum áttu at betrast. Nánd fór beinan veg til verka, og hevur síðan eftirlitið síðsta summar verið í eini góðari tilgongd, har arbeitt hevur verið við mannagongdum og betringum sambært ávísingunum, sum eftirlitið vísti á.

Landslæknin var aftur á eftirlitsvitjan í januar 2025, har tær mannagongdir, sum Nánd hevur gjørt, vórðu góðkendar. Samlaða metingin var, at Nánd er í eini jaligari tilgongd, og at tað eru gjørdar betringar síðan síðsta eftirlit. Tey viðurkendu, at Giljagarður hevur arbeitt við at seta í verk neyva heilsufakliga skjalfesting, men mettu tó, at tað framhaldandi krevst eitt miðvíst arbeiði við íverksetanini fyri at tryggja, at skjalfestingin verður nøktandi.

Rapportin kann lesast her.

Nánd fegnast um læringina í hesi tilgongd, og vil framhaldandi leggja dent á at tryggja, at øll heilsufaklig viðurskifti eru í lagi, samstundis sum tað áhaldandi verður arbeitt við trivnaði, fyri at búfólk og borgarar skulu hava tað gott. Nánd takkar starvsfólkunum fyri tað stóra arbeiði, tey hava lagt í hesa broytingartilgongd.

Search by