Nýggj bussleið í Eysturkommunu

Eysturkommunu býrað hevur á eyka býráðsfundi, mánadagin 09. august 2010 samtykt at seta eina bussleið á stovn, sum er til borgarar í Eysturkommunu. Eisini er ætlanin løgd í samstarv við skúlaskemaði í báðum skúlunum, nú nýggja skúlaskipanin í Eysturkommunu og Skúlaspírin, fara at virka.

Bussleiðin umfatar leiðirnar Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík.

Tað er ókeypis at brúka bussleiðina og kemur hon at virka frá 16. august 2010 at roknað.

3 bussar eru knýttir at skúlabarnaflutninginum

Nærri kunning um nýggju bussleiðina verður send øllum húskjum í Eysturkommunu í komandi viku.

Koyriætlan fyri bussleiðina er at síggja undir “kunning” á heimasíðuni hjá Eysturkommunu. 

Search by