Nýggja Sæborg sjósett

Skrokkurin til tað nýggjasta skipið hjá reiðarínum Supply Service í Leirvík  er nú sjósett.

Eftir ætlan skal skipið lætast reiðarínum í septembur í ár. Skipið skal gerast liðugt í Noregi. Skrokkurin er gjørdur í Turkalandi.

Hetta veitingarskipið verður eins og Eldborg skrásett í FAS og øll manningin verður føroysk. Tað verða 24 mans knýttir at hvørjum skipi.

Næsta skipið hjá Supply Service skal eftir ætlan verða liðugt í apríl í 2012

Supply Service hevur góðar vónir fyri framtíðina. Teir samstarva við oljufelagið Winthershall og Det Norske Oljeselskap, og hevur hetta samstarv rigga væl.

Search by