Arbeiði at leggja nýtt graslíki á vøllin í Leirvík er liðugt. Nýggi graslíkisvøllurin bleiv í dag handaður Eysturkommunu. Vøllurin er av slagnum FIFA 2 Star og er tað IDE Møblar, sum hevur leverað vøllin.
Í storminum fyri jól í fjør, fekk táverandi vøllur í Leirvík somikið stóran skaða, at hann ikki stóð til at bjarga og varð neyðugt at skifta hann út.
Arbeiði at leggja vøllin á hevur gingist hampuliga væl, sjálvt um veðrið hevur darvað arbeiðnum nakað.