Spákar tú tær ein túr eftir nýggju gøtunum í Leirvík hesar dagarnar, kemur tú óivað fram á eitt nýtt skelti.
Hetta skeltið stendur í gamla Uppistovubeitinum og sigur frá um útgrevsturin, ið var á staðnum frá 1987 og nøkur ár fram. Í útgrevstrinum varð m.a. ein hópur av lutum funnir og eisini komu leivdir av minst seks húsum undan kavi. Hetta, og meira til, stendur at lesa.
Nýuppsetta skeltið er ein partur av eini verkætlan, har áhugaverd fornfrøðilig støð í Eysturkommunu verða betur lýst.
Myndirnar vísa gongdina frá fyrsta ástaðarfundi í februar 2023 og fram til í dag.
Skeltið er vorðið veruleiki gjøgnum gott samstarv millum Tjóðsavnið og Eysturkommunu.