Í gjár undirskrivaði Eysturkommuna sáttmála við Nomatek um veiting og uppseting av nýggjum vatnreinsiverki á Hagaleiti í Leirvík. Útgerðin umfatar m.a. 3 rustfrí sandfiltur og UV útgerð til sóttreinsing av vatninum. Samlaði kapasiteturin er 60m3 um tíman og kann útbyggjast til 80m3 um tíman.
Gomlubrunnur er uppsettur í 2008 og er til støddar 1300m3. Húsið til reinsiverkið hevur kommunan staðið fyri og var hetta liðugt uppsett medio juli 2013.
Martin E. Leo Sp/f, ráðgevandi verkfrøðingar, hava staðið fyri verkætlanini.