Ert tú til gongu í skýming ella myrkri, eigur tú at nýta endurskin. So síggja bilførarar teg, og hetta kann forða fyri ferðsluóhappi.
Vit hava nógv endurskin á býráðsskrivstovuni í Norðragøtu. Borgarar eru vælkomnir inn á gólvið at fáa eitt ókeypis endurskin, so tú sæst betur í ferðsluni.