Ókeypis konsert í Tøting!

Phønix og Jákup Á Lakjuni, spæla ókeypis konsert í Tøting nú leygarkvøldið 21. apríl. Konsertin ið byrjar kl. 21.00, og er ókeypis fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót. Um tú ikki ert limur í Grót, kanst tú gjalda 100 kr. limagjald við dyrnar, og harvið fáa fyrstu konsertina ókeypis. Limagjaldi er galdandi fyri eitt ár.

Phønix eru millum kendastu og mest spælandi fólkatónleikarunum í Danmark.

Bólkurin ið telur 4 tónleikarar, hevur ferðast víða um og hava spælt í mongum ymiskum londum.

Í 2008 vunnu Phønix 2 Danish Music Awards viðurslønir, fyri útgávuna “Folk”.

”De er virkelig kommet i masterklassen og har både rødder, musikalsk nerve og dygtighed til at spille op for det store publikum i ind- og udland. Anja Præsts klarinetter kører op og ned i harmoni med Jesper Vinthers harmonika, og Jesper Falch er en utrolig nærværende og levende rytmist. Det kører virkelig godt. Karen Mose er en stilsikker og klar sanger, man må bare tage hatten af og sige: Sådan skal det gøres!” – RootsZone (DK) 

Sí brot av teirra tónleiki her:
http://www.youtube.com/watch?v=D0X7rrqJY

Jákup á Lakjuni, eisini kendur sum Viktor Kingo, er úr Fuglafirði. 
Hann var virkin tónleikari eitt tíðarskeið, hann var búðsitandi í Keypmannahavn, men hevur tó ikki spælt nógvar konsertir í Føroyum seinastu tíðina. 
Tónleikaligi íblástrurin hjá Jákupi, kemur m.a. frá Bob Dylan, Teitur, Johnny Cash og Leonard Cohen. 

Jákup hevur einaferð áður spælt í Tøting, sí brot av framførðsluni her:
http://www.youtube.com/watch?v=tojJqmDeQ48

Search by