Eysturkommuna tekur í komandi viku upp nýggjan tátt, ið bjóðar borgarum ein møguleika at koma beinleiðis á tal við borgarstjóran við spurningum, viðmerkingum ella hugskotum um viðurskifti í kommununi. Miðilin er digitalur, og tiltakið er ongantíð áður roynt í kommunalum høpi í Føroyum.
Mikudagin 14. august frá kl. 10.00-11.00 verður borgarstjórin online á heimasíðuni hjá Eysturkommunu, har ein og hvør kann skriva og kjatta beinleiðis við hann. Tá borgarstjórin er online sæst ein gluggi í niðara høgra hornið á heimasíðuni, har tað stendur ‘Práta við borgarstjóran’. Tað, tú skrivar í prátinum, sæst ikki alment, men er bara millum teg og borgarstjóran.
Ynski við hesum er, í tráð við okkara virðir, at skapa størri opinleika og koma tættari at borgaranum. Tænastan ger tað nemmari hjá borgarum at spyrja, siga sína meining ella koma við hugskotum til kommununa.
Kjatt er ein lættur, óformligur og lítið tíðarkrevjandi miðil, og krevur ikki meira, enn at ein hevur eina teldu, teldil ella snildfon við internet sambandi. Harvið kanst tú sita heima, til arbeiðis ella aðrastaðni, og tað krevur ikki meira tíð av tær enn tú hevur.
Ætlanin er at royndarkoyra tiltakið í 3 vikur, har borgarstjórin er online hvønn mikudag frá kl. 10.00-11.00, klárur at svara spurningum ella at lurta eftir hvat borgarin hevur á hjarta.
Borgarstjórin er sjálvandi eisini tøkur á telduposti, telefon ella til avtalaðan fund. Harumframt kunnu borgarar eisini venda sær til býráðslimirnar við hugskotum ella viðmerkingum um kommununa.