Reingerðarfólk til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Nánd søkir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum reingerðarfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Á Gøtubrá eru tvær hæddir.  Arbeiðið fevnir um at halda felagshølir og kømur rein á ovaru hæddini, har 10 bú- og umlættingarpláss eru.   

Vit vænta at tú ert

  • álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • megnar at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • røkin og arbeiðssom/samur

Vit kunnu bjóða 

  • Eitt sjálvstøðugt starv og góðar arbeiðsumstøður
  • Møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Lønar- og setanartreytir
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Edit Andreasen, deildarleiðara á tlf. 730252.

Umsókn
Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2024. Umsókn skal sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: edit@eystur.fo

Um Nánd
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær. 

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd   

Search by