Á býráðsfundi 29.02.2024 samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon, um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali.
19. juni í ár bleiv spakin settur í til útbyggingina av Læknamiðstøðina við Gøtudal. Arbeiðið er komið somikið áleiðis, at reisigildið varð hildið fríggjadagin, 11. Oktober kl. 14:00.
Talan varð um eina óformliga løtu saman við arbeiðsfólki, starvsfólki frá kommunu, borgarstjóra og annars tey ið hava áhuga fyri verkætlanini.
Arbeiði hevur gingið øgiliga væl higartil og tað verður gott at fáa fleiri kommunulæknaviðtalur her, sigur Unn Sørinardóttir Perdomo, tekniskur leiðari í Eysturkommunu. Hon sigur víðari at hóast endalig niðurstøða ikki er gjørd, er møguligt at hýsa øðrum starvsfólki innan heilsu- og sjúkrarøkt í nýbygninginum.
Kommunan væntar, at um arbeiði framvegis gongur væl, verður útbygningurin klárur at taka í nýtslu áleið hálvan desember 2024.