Í dag var hátíðarløta í býráðshúsinum, har Kim Simonsen, Syðrugøta, varð viðurkendur fyri at vera í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Nógv fólk komu á gátt og Kim las somuleiðis úr yrkingasavni sínum, ”Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”.
Eisini á annan hátt er ritlist í miðdeplinum í Eysturkommunu hesar vikurnar. Umsóknarfreistin fyri satspuljuna til ritlist fellur 1. mars, so enn eru stundir at søkja. Í hesum sambandi eru tiltøk við serligum fokus á ritlist á bókasøvnunum í kommununi, bæði í februar og mars.
Satspuljan kann søkjast her