Røðan til jólatræshaldið við Gøtugjógv

Her er røðan, ið Arni Zachariassen helt, tá jólatræið við Gøtugjógv varð tendrað týskvøldið 3. desember 2019.

Keðilig jól

Havi fingið at vita, at eg ikki skal tosa so leingi. Her eru nógv børn og eingin tímur at hoyra uppá ein mann tosa orduliga leingi, serliga ikki tá ið trø skulu tendrast og jólamenn koma við gávum aftaná. Og so slett ikki í hesum veðrinum!

Eg vil bara fortelja tykkum, hvussu vit fara at halda jól í ár.

Eg arbeiði á Blákrossheiminum. Tað er eitt stað, har fólk kunnu fara um tey ikki sjálv klára at steðga við at drekka brennivín. Líka sum man kann fara á sjúkrahúsið at fáa hjálp og blíva frískur, so kann man fara á Blákrossheimið fyri at fáa hjálp við at steðga við at drekka brennivín. 

Vit hava altíð fólk á Blákrossheiminum á jólum. Fleiri av teimum, sum er komin at fáa hjálp, fara heim til jólar, men fleiri vera verandi á Blákrossheiminum. Summi av teimum hava onga familju at fara til, onnur hava einki orduligt heim at halda jól í. So jólaaftan, so fara eg, konan hjá mær og okkara trý børn, út á Toftir, har Blákrossheimið er, at halda jól saman við teimum, sum eru har.

Og tað gleði eg meg til. Tað fara at vera eini øðrvísi jól, men tey fara heilt sikkurt at vera hugnalig og góð – og gleðilig uppá sín heilt serliga máta.

Men tað er ikki altíð, at øðrvísi jól er so góð og gleðilig.

Pápi mín doyði fyri tveimum og einum hálvum árum síðani, so hetta vera okkara triðju jól uttan hann. Tað er enn løgið. Tað er eisini tómligt og einsligt og ikki soleiðis sum tað eigur at vera. Og tað keðiliga er, at tað ongantíð aftur fer at vera soleiðis, sum tað plagdi og eigur at vera.

Og fyrr í ár, so bleiv okkara yngsti sonur so sjúkur, at hann mundi doyð. Vit hava hann her hjá okkum, tíbetur, og hann kemur við út á Blákrossheimið. Men hann er enn merktur av tí, sum hann fór ígjøgnum. Tá ið vit so hugsa um árið, sum er við at enda, so er alt, vit øll fóru ígjøgnum, ein skuggi, sum hevur lagt seg omaná tað heila.

Soleiðis er tað onkuntíð. Lívið er hart og tað, sum eigur at vera eini gleðilig jól, blívur til eini keðilig jól. 

Tað er ikki tað, man vanliga tosar um. Serliga ikki frammanfyri børnum. Nógv børn eru her. Tað er nógv, eisini børn, í Føroyum, sum í ár fara at hava eini keðilig jól. Summi hava kanska mist onkran, tey vóru góð við. Onnur hava kanska onkran, tey eru góð við, sum eru á sjúkrahúsinum. Summi hava foreldur ella onkran í familjuni, sum drekkur brennivín. Og onnur hava kanska upplivað at teirra familja er brotnað. Jól eiga at vera hugnalig og fjálg. Men fyri hesi fólkini, hesi børnini, eru jólini full av stúran og ótta, av sorg og vreiði, og av skomm. Tað er einki gleðiligt. Tað er orduliga keðiligt.

Tá ið eg hugsi um hetta, so hugsi eg beinanvegin um Jesus. Vit halda jól, tí Jesus varð føddur og nú vit eru í adventstíðini, so hugsa vit um hví tað var, at Jesus kom til okkara og bleiv til eitt menniskja sum vit. 

Yvir komandi vikurnar fara vit at hoyra jólaevangeiið fleiri ferðir. Og tað er ein góð og troystandi søga. Men um vit lurta væl eftir, so hoyra vit, at ikki alt var so hugnaligt hjá Jesusi og teimum. Fyri tað fyrsta, var Jósef, pápi Jesus, ikki hansara veruligi pápi og tað gjørdi tey til eina óvanliga familju, sum fólk hugdi eitt sindur løgið eftir. Og tá ið vísmennirnir komu at vitja Jesus, so vóru tað fólk, sum vildu taka Jesus og drepa hann. Maria og Jósef máttu rýma av landinum fyri at bjarga lívinum hjá Jesusi. Tað var einki serliga hugnaligt ella gleðiligt. 

Men tað er just hetta keðiliga, myrka og vandamikla, sum setur jólini í rætt høpi. Boðskapurin við jólunum er, at sjálvt um nógv keðiligt er í heiminum, so hevur Gud nakað størri og sterkari at siga: “Gleðilig jól. Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.”

Vit liva í einum heimi, har nógv óhugnaligt hendir. Ymsastaðni er kríggj og nógvstaðni hava fólk einki frælsi. Nógv eru fátøk og nógv hava einki at eta og drekka. Tað er ein rúgva av flóttafólkum, sum líka sum Maria, Jósef og Jesus mugu flýggja úr sínum landi til eitt annað, har sum tey vónandi fáa frið. 

Og líka sum eg nevndi í áðni, so eru tað eisini nógv í Føroyum, sum halda jól, har tey eru kedd, bangin og ill inni í sær sjálvum.

Og allastaðni nemur hetta myrkri børn eisini. Í ár fara tey ikki hava eini gleðilig jól, men keðilig.

Men boðskapurin um Jesus er, at sjálvt um tað er keðiligt rundanum okkum og innaní okkum, so er allíkavæl ein vón. Sjálvt um søgan er myrk og óhugnalig, so er hon ikki liðugt fortald enn. Tá ið Jesus varð føddur, so gav Gud okkum atgongd til eina gleði og til ein frið, sum ikki er treytaður av okkara umstøðum, so ringar sum tær ofta kunnu vera. 

Eg vil ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól. Eg hopi ikki at tey vera keðilig. Men um tey eru tað, so vil eg peika á Jesus barnið, sum vit hátíðarhalda hesa ársins tíð, og siga, at har finna vit øll eina gleði og ein frið, sum einki myrkt ella keðiligt kann oyðileggja ella vinna á. 

Gleðilig jól, tit!

Search by