Rokan í Syðrugøtu

Nú fáir dagar eru eftir til G-festivalurin byrjar í Syðrugøtu er gongd komin á uppsetan og fyrireiking. Kontainarar á tamb við útgerð standa parkeraðir framvið vegnum, og fólk í hópatal rokast bæði niðri á sandinum, framvið Húsgarðsvegnum og uppi við spæliplássið. 


Sambært Maritu Joensen, samskipara av sjálvbodnari arbeiðsmegi til festivalin, eru eini 700-800 sjálvboðin, sum hjálpa til bæði áðrenn, aftaná og á sjálva festivalinum. Av hesum er ein stórur partur Eysturbúgvar, sum taka hond í til uttan iva tað størsta tiltakið í kommununi.

Eysturkommuna bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á G-festival um vikuskifti.

Sí myndir frá fyrireikingini her.

Search by