Ruddidagur verður í morgin

Í morgin, hóskvøldið 22. mai, verður skipað fyri ruddingardegi í Eysturkommunu frá kl. 16.30 til kl. 20.00. Alt ov nógv blaka frá sær á vegin ella í náttúruna, men hvørt ár møta fleiri upp við góðum hugburði at taka upp og fríðka um náttúruna rundanum okkum. Tí vilja vit heita á øll í kommununi, ung sum eldri, at taka lut eftir besta førimuni at rudda upp í náttúruni í og kring bygdasamfelag okkara.

Vit vóna at fleiri, ið ikki luttóku í fjør, nú kunnu møta í ár. Tað vísir seg, at foreldur og børn alt meira skulu nýta leygardagarnar til ítrótt o.a., tí valdu vit at royna at taka eitt kvøld mitt í viku ístaðin í fjør. Tað eydnaðist so sera væl, og tí verður hetta valt aftur í ár.
Vit møtast kl. 16.30 til 17.15 til høsnarunga og chips:
  • í Gøtu: í skúlagarðinum í Gøtu
  • í Leirvík: í skúlagarðinum í Leirvík
Síðani verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.15 til umleið kl. 20.00.
Alt órudd verður savnað í hóskandi rúgvur/sekkir fram við vegunum soleiðis, at IRF bilur og kranabilur sleppa væl til. Óruddið má býtast upp í tað, ið brennir, og tað, ið ikki brennir.
Handskar og plastsekkir verða útflýggjaðir, tá farið verður at rudda – og ananrs so hvørt. Ætlanin er ikki, at henda løtan skal nýtast at rudda út frá egnum urtagarði, kjallara, bilhúsið e.tl. 
Fólk frá kommununi byrja innsavningina av rúgvunum kl. 20.00, so rusk má ikki setast fram eftir hetta.
Øll gevast at rudda kl. 20.00 ella rættari kl. 19.45. Aftur í ár verður heitt á øll, ið hava luttikið í ruddingini, bæði úr Leirvík og Gøtu, um at savnast í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20.00 til ein skjótan kaffimunn við kringlu e.ø. og saft til børnini. 
Aftur í  ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka heimaftur við. “Pakkin” hesuferð verður líka til øll: eitt træ og ein runnur. Hesin verður útflýggjaður í sambandi við kaffimunnin í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20. 
Search by