Fyri sálarfrøðing, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafarðar kommunu eftir sálarfrøðingi í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 2024 til 31 august 2025. Starvið er 30 tímar um vikuna.
Talan er um eit avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
Vit vænta at tú:
Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sátmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56 ella á t-post: ingi@fuglafjordur.fo
Umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsivátan, skal vera Barnaverndartænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 19. mars 2024.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.