Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava í dag undirskrivað samstarvssáttmála um barnaverndina.
Frá 1. Januar 2014 hevur Løgtingið álagt kommununum, at barnaverndarsamstørvini í minsta lagi skulu hava eitt fólkagrundarlag á 3.000 íbúgvar. Tað hevur so havt við sær, at Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna eru komnar ásamt um at skipa eitt nýtt samstarv á økinum. Arbeitt hevur verið við málnum í eina tíð, og hava kommunurnar í dag undirskrivað ein samstarvssáttmála um felags barnaverndi.
Eisini eru kommunurnar samdar um, at fara undir eina tilgongd, við at skipa samstarv á eldraøkinum, nú kommunurnar skulu yvirtaka tað 1. januar 2015.